Mentan

Teitur enn við - nú millum fýra tey síðstu

23 ára gamli Teitur Skoubo úr Havn er í finaluni í Paradise Hotel. Síðsti og avgerandi partur verður vístur í annaðkvøld

Tey fýra, sum eru í finaluni (Mynd: Viaplay)

Tey fýra, sum eru í finaluni (Mynd: Viaplay)

2019-07-17 23:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er hesa vikuna, at Paradise Hotel verður avgjørt, og 23 ára gamli føroyingurin er enn við, nú bara fýra eru eftir.

Í kvøld skuldu tær tríggjar kvinnurnar, sum vóru eftir, avgera hvør av monnunum høvdu mest uppiborið at vinna kappingina, og tað sama skuldu menninir avgera hvørjar av kvinnunum høvdu mest uppborið at vinna Paradise Hotel.

Avgjørt varð, at tey bæði Klara og Nicolaj høvdu minst uppiborið at vinna av teimum seks. Sostatt eru Teitur og partnarin hjá honum Anne í finaluni saman við Jonass og partnaranum Sarah.

[object Object]

Eitt av hesum pørum vinnur Paradise Hotel og tær 500.000 krónurnar, sum eru upp á spæl. Eftir avgerðina í annaðkvøld verður sonevnda “trúskaparroyndin”, har ein av luttakarunum kann fara avstað við øllum, og hin stendur eftir við ongum.

Finalan í Paradise Hotel verður víst á TV3 klokkan 21 í annaðkvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder