Mentan

Teitur fekk legat frá SPOT Festival

Teitur varð heiðraður við DFDS’ RockCruise-legatinum

Fallulah og Teitur (Mynd: Morten Rygaard/Gaffa)

Fallulah og Teitur (Mynd: Morten Rygaard/Gaffa)

2019-05-03 22:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

Teitur varð í gjár heiðraður av Sport Festivalinum í samband við teirra 25 ára hátíðarhald. Í samband við at festivalurin er 25 ár var ein stórur døgurði, og har var vóru føroyski Teitur og danska Fallulah heiðraði við 25.000 kr. hvør.

Teitur fekk DFDS’ RockCruise-legatið, har m.a. soljóðandi varð sagt:

- Hann er ein listamaður, sum allatíð flytir seg frameftir. Hann umboðar sangskriving á høgum altjóða støði, hansara ljóð og musikalska andarúm er eitt eindømi, og hansara framførslur eru altíð nærverandi og dragandi.

Eisini varð sagt, at Teitur hevur ein týdning fyri føroyskan og danskan sangskatt, sum ikki eigur at undirmetast, og óansæð um hann spælir heima í Føroyum, í Danmark, USA ella Suðuramerika hevur hann skapt virðing og heit sambond fyri og við sínum tónleiki, skrivar Gaffa.dk.

Legatið Teitur fekk tillutað kann nýtast sum hann vil í samband við konsertir, upptøku av fløgu ella líknandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder