Mentan

Teitur Skoubo millum seks tey síðstu - hesa vikuna verður tað avgjørt

23 ára gamli føroyingurin er millum síðstu seks luttakararnar í ársins Paradise Hotel, og finalan verður hesa vikuna

(Skíggjamynd: Viaplay)

(Skíggjamynd: Viaplay)

2019-07-16 21:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í fleiri førum hevur verið roynt at tveitt Teitur Skoubo út, og fyri einum lítlum mánaða skrivaðu vit, at føroyingurin í ársins Paradise Hotel siglir millum skerini. Og tað hevur hann eisini gjørt síðani.

Í kvøld varð partur 46 av 48 vístur á TV3, og sostatt eru bara tveir eftir. Har gjørdist greitt, at Teitur og tryggi partnari hansara, Anne, eru millum tey síðstu seks, sum eru eftir.

[object Object](Skíggjamynd: Viaplay)

Snildisliga hava tey klárað avbjóðingarnar, sum hava staðið fyri teimum og eisini hildið saman.

Nú finaluvikan er byrjað, koma fleiri av luttakarunum inn aftur, og skulu atkvøða hvør vinnarin av Paradise Hotel skal vera. Tá er avgerandi at hava verið væl dámdur gjøgnum alt uppihaldið á hotellinum.

Paradise Hotel verður víst á TV3 klokkan 21 føroyska tíð týskvøld, mikukvøld og hóskvøld.

Les eisini: Teitur Skoubo millum seks tey síðstu - hesa vikuna verður tað avgjørt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder