Mentan

Teitur við í ”Toppen af poppen” hjá TV2

Skal syngja sangir hjá eitt nú Kwamie Liv, Chief1 og Anders Blickfeldt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-29 13:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski sangskrivarin verður við í komandi útgávuni av sera vælumtóktu sjónvarpsrøðini, Toppen af Poppen, sum danska TV2 nú skal gera fyri níggjundu ferð.

Toppen af Poppen er sending, har kendir sangarar verða savnaðir á einum staði, og so tulka tey sangir hjá hvørjum øðrum. Hvørja ferð er ein teirra ”høvuðspersónur”, hvørs sangir hini so skulu gera sínar tulkingar av.

Úrslitið av sendingunum hevur verið nakrar spennandi tulkingar og rørandi samrøður í sendingunum.

Ritzau skrivar í dag, at Teitur hevur tosað við danska sangaran Søren Huss, sum var við í sendingini í 2017, og at hesin hevur tosa jaliga um hvussu stuttligt tað var at vera við.

- Eghavi eisini lurta eftir tí, sum hini luttakandi hava gjørt og gjørt nakrar demoversjónir. Eg kenni tey ikki serliga væl, sigur Teitur við Ritzau.

Millum tey, sum vera við er dansk-sambiska sangarinnan Kwamie Liv, framleiðarin Chief1 og sangarin í Big Fat Snake, Anders Blichfeldt.

Nýggjunda útgávan av ”Toppen af Poppen” verður at síggja á TV2 til heystar.

Fleiri heilt kend nøvn hava verið við í teimum átta sendirøðunum, sum higartil eru gjørd av Toppen af Poppen. Nevnast kunnu Lars H.U.G., Jokeren, Anna Linnet, Lina Rafn, Sanne Salomonsen, Peter Belli, Kasper Windin, Poul Krebs, Wafande, OhLand, Sebastian, Peter A.G. Nielsen (Gnags), Hanne Boel, Michael Falch, Aura, Burhan G., Søren Sko, Lau Højen (Carpark North), Lis Sørensen og Søren Huss (Sabya). 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder