Mentan

Teitur vitjaði á ráðhúsinum

Tórshavnar kommuna vísti Teiti Lassen viðurkenning fyri sína tónleikalist

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-03-18 07:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, bjóðaði fríggjadagin Teiti Lassen inn á gólvið, hetta fyri at vísa honum viðurkenning fyri sína tónleikalist.

Teitur Lassen hevur ikki bara í nógv ár ferðast uttanlands, har hann hevur havt konsertir á fleiri altjóða pallum við sínum tónleiki, men hann hevur eisini umboðað Havnina og Føroyar sera væl øll hesi árini, skrivar Tórshavnar kommuna.

Og nú varð hann í FMA valdur bæði ársins einstaklingur og fekk heiðursløn fyri ársins sang. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder