Innanlands

TelduTænastan fleirfaldar fermetrarnar

Økt virksemi ger, at TelduTænastan flytur í nógv størri og betri høli á Hálsi

2019-04-05 18:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Økt virksemi ger, at TelduTænastan flytur í nógv størri og betri høli á Hálsi. Leygardagin verður latið upp við einum braki við hoppiborgum, ókeypis pylsum og drekka og mangt annað

TelduTænastan hevur í eitt mannaminni húsast við síðuna av Skemmuni á Staravegnum á Hálsi í Havn. Nú flytur handilin við KT og útgerð til bæði vinnu og privat ikki so langt – men til munandi betri og tíðarhóskandi umstøður.

- Nýggi handilin, sum fer at húsast undir liðini á BR á Smyrilsvegi 7, fer at hava 740 fermetrar, og tað er eitt risalop hjá okkum, og vit kunnu veita okkara privat og vinnu kundum eina nógv betri tænastu við størri og breiðari úrvali, sigur Fróði Clementsen, stjóri í TelduTænastuni.

Handilin verður í hølunum, har m.a. The Pier áður hevur verið, har hópin av parkeringsplássum eisini eru. Við teimum 740 fermetrunum vil TelduTænastan staðfesta sína støðu við bestu tænastuni innan KT og KT-útgerð.

- Vit hava eitt nú øgiliga góðar møguleikar at visa okkara stóra úrval innan esport og gaming í nýggju hølunum. Vit tora at siga, at handilin í úrvali og tænastu ikki kemur at standa aftanfyri nakran, sigur Fróði Clementsen.

Handilin letur upp í morgin, leygardagin 6. apríl.

- Teldutænastan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder