Seinnapartin í gjár vórðu húsini hjá Havnar Tennisfelag tikið í nýtslu.
Tennisfelagið varð upprunaliga stovnað í 1934 og er sostatt næstan 90 ára gamalt, men í longri tíðarskeið var einki virksemi, inntil felagið var endurreist í 1996. Ovast á breddanum seinastu árini hevur verið ynskið um eini felagshús og vøllir, ið hóska til nútíðina.
Í 2019 gjørdu Tórshavnar kommuna og Havnar Tennisfelag samstarvsavtalu um ábøtur, menning og rakstur av tennisanlegginum í Gundadali, og sama ár vórðu tennisbreytirnar endurnýggjaðar. Tvey ár seinni bleiv ein nýmótans ljósskipan sett upp.
Kommunan játtaði í fjør Tennisfelagnum stuðul til felagshúsini. Samlaði stuðulin var 364.000 krónur. Og í gjár vórðu húsini hjá Tennisfelagnum tikin í nýtslu.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, vísti í røðu sínari á, at limir í felagnum hava gjørt meginpartin av arbeiðinum sjálvi.
– Havnar Tennisfelag hevur gjørt eitt stórt sjálvboðið arbeiði við at gera húsið liðugt, og okkara vón er, at hetta fer at stimbra áhugan og gera umstøðurnar so nógv betri, at tað eisini fer at síggjast aftur í úrslitunum, segði hann.
Borgarstjórin takkaði fyri gott arbeiði og ynskti felagnum góða eydnu við húsunum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald