2020-11-30 12:55

Fyri fimm vikum síðani fór Ternan á beding, og Jósup yvirtók siglingina á Nólsoyarleiðini.
Ternan skuldi til 40 ára klassing á Klaksvíkar sleipistøð. Arbeiðið varð mett at taka umleið níggju vikur, og tann ætlanin fer at halda.
Tað siga Jóhan Petur Abrahamsen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni, og Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar sleipistøð, við Kringvarpið.
Ternan verður tí sett í sigling aftur 20. desember sum ætlað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald