Ternupisurnar kring landið doyggja í hungri. Soleiðis skrivar Jens-Kjeld Jensen á heimasíðu síni:
- Tann 06. juli 2018 fór eg - Jens-Kjeld, á seiðaberg. Tá varð eg umgyrdur av í minsta lagi 200 kriandi ternum, sum vóru so gorhungraðar, at eg kundi geva teimum livur og garnar við hondini. Eg hugsaði beinan vegin, at hetta var ikki rætt. Tveir dagar seinni fór eg so ein skjótan túr gjøgnum ternubølið í Stokkvík og fann 20-25 deyðar, 2 næstan deyðar, sum vóru umleið 10 dagar gamlar, 2 næsten floygdar; men diddarak, umframt eina floygda pisu. Eg varð ikki álopin av nakrari ternu, og tá fortaldi ein granni til ternubølið, at ternurnar vóru vorðnar meira friðarligar longu eina viku frammanundan, og at tær tá eisini vóru hildnar uppat at leika í, tá hon nærkaðist bølinum.
- 3 ternubøli eru í Nólsoy. Tvey smá, ávikavist á Tjørnunesi og í Bólstað, og så Føroya helst størsta, sum liggur í Stokkvík. Umleið 04. juli broyttu ternurnar í Nólsoy atburð - tær vardu ikki bølini longur, sum tær annars plaga. Tann 08. juli vóru tey smáu ternubølini á Tjørnunesi og Bólstað tóm, umframt at helmingurin av teimum 6-700 pørunum í ternubølinum í Stokkvík vóru burtur. Eg fann fleiri deyðar pisur, tá eg gekk ein kvikan túr gjøgnum bølið. Tann 12. juli gekk eg aftur gjøgnum bølið fyri at síggja, hvussu støðan var, og tað var ein syndarlig sjón. Har tað skuldi verið einar 1000-1500 ternupisur, vóru í staðin í hundraðvís av deyðum pisum, einstøk reiður við eggum, umframt at nakrar fáar floygdar pisur flagsaðu runt. Ikki ein einasta gomul terna við nebbasild var at síggja, so tær fáu floygdu pisurnar hava ikki stóran møguleika at yvirliva, eftir sum tær helst skuldu fingið føði frá foreldrunum í í minsta lagið eina viku aftrat. Støðan sær út til at vera tann sama í Kalsoynni.
- I kvøld 12. juli, sigldu vit ein túr runt um Nólsoynna. Á túrinum sóu vit 2-300 ritureiður við einans 8-10 pisum, hini reiðrini vóru tóm.
Stovnurin av lundum í Urðini í Nólsoy varð mettur at vera millum 30.000-50.000 pør í 1997, og har vórðu 8188 lundar fleygaðir í 1996 og 13286 í 1999.
Í kvøld kl. 19.30 var ikki ein einasti lundi at síggja í Urðini, og á sjónum lógu í mesta lagið 150-200 lundar. Tað sigur seg sjálvt, at tá eingin gamal lundi sæst í Urðini, so doyggja tær fáu pisurnar, sum kanska kundu komið undan. Tað einasta, sum kann bjarga teimum er, at nebbasildin kemur aftur, eins brádliga, sum hon hvarv, umleið tann 04. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald