Tá føroyingar fara á fólkatingsval, so er tað í størsta mun at velja eitt fólk, sum kann umboða Føroyar á fólkatingi. Fólk leggja ikki líka so stóran týdning í, at viðkomandi, sum verður valdur, hevur somu politisku áskoðan sum veljarin.
Hetta kann vera ein av niðurstøðunum úr kanningini hjá Spyr.fo, har veljararnir vórðu spurdir um hvørji evni eru avgerðandi fyri hvar krossurin verður settur til fólkatingsvalið.
Virðiligt umboð
Við støði í nøkrum úrvaldum evnum vóru tey spurdu biðin um at seta tríggjar krossar við tey evni, sum tey meta hava størstan týdning til fólkatingsvalið.
Og úrslitið av hesi kanning var, at flestu veljarar valdu ”At vera eitt virðiligt umboð fyri Føroyar”. 53 prosent av teimum spurdu høvdu henda møguleika við, men tað var bert eitt lítið sindur meira enn tað evni, sum fekk næsthægst undirtøku. 52 prosent valdu ”At kunna donsku stjórnina um føroysk viðurskifti”.
Á triðja plássi kom ”At gagnnýta Ríkisfelagsskapin betri” við 42 prosentum.
Í kanningini, sum sæst herundir, sæst eisini, at tey evni, sum beinleiðis sipa til politikkin hjá tí valda, ikki hevur so stóra undirtøku. ”At føra sama politikk í Danmark, sum flokkurin stendur fyri í Føroyum” fekk sostatt bert 8 prosent.
Ymist hvat flokkarnir siga
Herundir ber eisini til at síggja úrslitið fyri hvønn einstaka flokk.
Her sæst, at flest fólkafloksveljarar – 56 prosent – fara at velja eitt umboð, sum skal ”kunna donsku stjórnina um føroysk viðurskifti”.
Sambandsveljarar – 71 prosent – senda eitt umboð á Fólkating fyri at ”gagnnýta Ríkisfelagsskapin betri”.
Javnaðarveljarar fara á val fyri at finna eitt ”virðiligt umboð” (71 prosent) ella ”kunna donsku stjórnina” (57 prosent).
Sjálvstýrisveljarar ynskja í størstan mun eitt umboð, sum ”kann arbeiða fyri einum sjálvstøðugum Føroyum” (48 prosent), og tað gera tjóðveldisveljarar eisini, men ein nógv størri partur, heili 82 prosent.
Framsóknarveljararnir eru ikki so avgjørdir. Har eru trý evni næstan jøvn: ”sjálvstøðugar Føroyar” 55 posent, ”avtaka markaforðingar” 52 prosent og ”virðiligt umboð”, eisini 52 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald