Nú avdúka skjøl frá svensku skattamyndugleikunum, hvussu stór privata ognin hjá Ikea-stovnaranum Ingvar Kamprad var, tá ið hann doyði 91 ára gamal 28. januar í ár.
Svenski miðilin Expressen skrivar, at møblaíverksetarin hevði eina privata ogn upp á 900 milliónir krónur.
Í veruleikanum var samlaða ognin hjá Ingvar Kamprad nógv størri - tá ið Ikea-stovnarin doyði, var hann ein av teimum 10 ríkastu fólkunum í heiminum, við einari samlaðari ogn upp á ikki minni enn 338 milliardir krónur. Tó var størstiparturin av ognini bundin upp í Ikea og grunninum hjá Kamprad familjuni.
Tó er tað fyrst komið fram nú, hvussu stór privata ognin hjá Ingvar Kamprad var.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald