Í vár gjørdi eldraráðið í Vágum eina nøgsemiskanning, ið varð skipað sum eitt spurnablað, sum hvør einstakur eldri borgari í Vágum svaraði.
Endamálið við kanningini er at fáa kunnleika um støðuna hjá eldri fólkum í Vágum og at koma at kenna tørvin á røkt av eldri í Vágum.
Kommunurnar í Vágum eru fegnar um kanningina. Við henni hava kommunalpolitikkarar og Heimatænastan fingið eitt gott ískoyti og grundarlag at umrøða og viðgera framtíðartænastuna út frá, skrivarSørvágs kommuna á heimasíðu síni.
Tað er eisini heppið, at tey eldru, sum vóru spurd, einki høvdu ímóti, at tey fyri Heimatænastuni verða navngivin. Tí kann neyvt síggjast, hvør og hvar tørvurin er. Og Heimatænastan hevur samstundis møguleika at fáa útdýpað, hvør ítøkiligi tørvurin er hjá tí einstaka.
Kanningin vísir, at eldri fólk í Vágum sum heild eru væl fyri og nøgd við sína støðu. Tó eru ábøtur, ið kunnu gerast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald