- Hvørji ítøkilig mál vit fara at arbeiða við er trupult at siga. Tað velst um, hvørji mál taka seg upp. Men vit hava eisini nøkur hjartamál. Millum annað taka vit fult undir við føroyskari stjórnarskipan og at vit fáa broytt uttanríkispolitisku heimildarlógina.
Tað sigur løgmaður, Aksel V. Johannesen, sum legði valskránna hjá Javnaðarflokkinum til fólkatingsvalið fram í dag. Flokkurin hevur sett sær fyri at skapa ítøkilig úrslit á fólkatingi. Men tað tykist torført at seta orð á hvørjum ítøkiligum málum, flokkurin vil arbeiða fyri. Tí hóast løgmaður sigur hjartamálini hjá flokkinum millum annað vera at gera nýggja stjórnarskipan og fáa uttanríkispolitisku heimildarlógina broytta, verður onki gjørt, uttan at eitt føroyskt landsstýri tekur undir við tí.
- Vit virða fólkaræði í Føroyum. Um vit ikki hava eitt landsstýri í Føroyum, sum vil arbeiða fyri at víðka uttanríkispolitisku heimildirnar hjá Føroyum ella einari stjórnarskipan, gevur tað ikki meining at arbeiða fyri tí, sigur Aksel V. Johannesen.
Øll umboð uttan Heðin Mortensen og Djóni Nolsøe Joensen vóru á tíðindafundi (Mynd: Sverri Egholm)
Flokkurin sigur seg taka fult undir við at broyta uttanríkispolitisku heimildarlógina, sum varð samtykt í 2005 og hevur verið fyri atfinningum líka síðani. Lógin staðfestir, at ríkisfelagsskapurin skal tosa við einari tungu í uttanríkispolitiskum málum. Tað vil siga, at í felagsskapum, har Danmark er umboðað, kunnu Føroyar og Grønland ikki hava sjálvstøðuga umboðan. Tá lógin varð samtykt í 2005, var Jóannes Eidisgaard, fyrrverandi formaður Javnaðafloksins, løgmaður. Heldur núverandi formaðurin í flokkinum, at tað var skeivt at samtykkja lógina?
- Eg veit ikki um tað var ein feilur. Tað eru fyrimunir og vansar við lógini. Eg veit ikki um trupulleikin er sjálv lógin, tí tá tú spyrt danska forsætismálaráðharran, sigur hann at tað er grundlógin, sum er ein forðing, greiðir Aksel V. Johannesen. Hann sigur seg ikki vera samdan í útleggingini hjá danska løgmálaráðnum, men hann skilur avbjóðingarnar.
- Um tú tekur eitt nú ES, er støðan tann at vit kunnu hava mótstríðandi áhugamál. Og tá halda vit, at tað er nógv best at vit umboða okkum sjálvi. Vit halda eisini tað er ein fyrimunur fyri ein danskan forsætismálaráðharra, at hann ikki skal umboða ymisk áhugamál, tí Føroyar og Danmark ikki eru á einum máli, greiðir Aksel V. Johannesen frá.
Ikki sambandspolitikkur at biðja um íløgur av donsku fíggjarlógini
Hóast løgmaður sigur, at júst hvørjum ítøkiligum málum flokkurin fer at arbeiða fyri á fólkatingi, er tengt at hvørji mál taka seg upp, vísir hann á fleiri ítøkilig mál, sum flokkurin hevur arbeitt fyri. Millum annað vísir hann á, at flokkurin hevur fingið játtan og stuðul úr grunnum og av donsku fíggjarlógini til verkætlanir í Føroyum. Javnaðarflokkurin sigur seg ikki vilja føra loysingar- ella sambandspolitikk á fólkatingi. Men er ikki júst talanum sambandspolitikk at biðja um stuðul úr danska ríkiskassanum?
- Tað halda vit ikki. Fyri tað fyrsta gera vit bara tað arbeiði í samstarvi við avarandi myndugleika. Men tað sum er avgerandi fyri okkum er, at vit ynskja ikki at gera føroyar meira bundnar av dosnkum pengum. Um man ynskir tað, má tað vera ein støða, sum løgtingið tekur, greiðir formaður Javnaðarfloksins frá, sum staðfestir at raksturin av føroyskum verkætlanum skal verða føroyskur, frá.
Men ger tað ikki júst Føroyar meira tengdar av donskum íløgum, um fólkatingsumboðið ferð eftir ferð biðjur um stuðul úr danska ríkiskassanum og donskum grunnum?
- Nei, tí talan er um eingangsíløgur. Um tú eitt nú tekur mentanarhúsið í Klaksvík, hava vit saman við Klaksvíkar kommunu fingið fígging til at byggja mentanarhús, men tá húsini eru bygd, skal Klaksvíkar kommuna sjálvandi gjalda raksturin, sigur løgmaður.
Stuðla danska javnaðarflokkinum í at gera stjórn
- Tað er ongin ivi um, at vit fara at peika á Mette Fredriksen. Vit hava eina avtalu við danska javnaðarflokkin. Um hon verður forsætismálaráðharri, fáa vit eisini formannin í arktisku nevndini, sigur løgmaður. Hann greiðir frá at avtalan við danska javnaðarflokkin ger, at føroyski javnaðarflokkurin hevur atgongd til allar nevndir í fólkatinginum. Um eitt føroyskt mál verður viðgjørt í einari nevnd í fólkatinginum, har føroyskt fólkatingsumboð ikki situr, kann javnaðarflokkurin skifta nevndarsessin um við eitt danskt javnaðarumboð til ávísan fund.
Eyðgunn Samuelsen legði eisini fram á fundinum (Mynd: Sverri Egholm)
Løgmaður tekur undir við, at tað kann vera ein tvístøða, at føroyskir politikkarar avgera, hvør verður forsætismálaráðharri í Danmark. Men hann heldur tað vera reiðiligari at peika á ein undan valinum, heldur enn at samráðast um føroysk viðurskifti sum treyt fyri stjórn í Danmark.
- Tað er líkamikið, um man peikar á nakran ella ongan peikar á. Ein blonk atkvøða kann eisini avgera, hvør verður forsætisráðharri í Danmark. Men ávísir flokkar í Føroyum hava sagt, at teir ætla sær at samráðast við danskar politikkarar um at skipa stjórn. Har eri eg bangin fyri, at man setir føroyingar í eitt ringt ljós í Danmark. Vit kunnu ímynda okkum, um at danskt umboð bleiv avgerandi fyri, hvør gjørdist løgmaður í Føroyum, tað hevði ikki hóva okkum, sigur Aksel V. Johannesen, sum heldur tað vera betri at øll vita áðrenn valið, hvønn Javnaðarflokkurin peikar á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald