Innanlands

Tey ungu velja Fólkaflokkin – tey eldru Tjóðveldi

Tað er tó Framsókn, sum eigur yngsta veljaraskaran sambært kanningini hjá Spyr.fo

Poul Michelsen slapp sum elsta tingfólk at seta løgtingið eftir valið í 2015. Men hann er formaður fyri flokkin við yngsta veljaraskaranum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Poul Michelsen slapp sum elsta tingfólk at seta løgtingið eftir valið í 2015. Men hann er formaður fyri flokkin við yngsta veljaraskaranum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-01-29 16:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólkaflokkurin, sum stendur til at vinna komandi løgtingsval, klárar seg væl millum yngra helmingin av veljaraskaranum.

Spyr.fo, sum júst hevur gjørt eina veljarakanning fyri Portalin, hevur hugt at tølunum í mun til aldur, og hevur her valt at býta veljararnar í tvey, undir og yvir 45 ára aldur.

Og hesi tølini vísa, at serliga hjá Fólkaflokkinum og Tjóðveldi – millum teir stóru – er rættiliga stóru munur á hvør aldursbólkur tað er, sum velur hesar flokkarnar.

Næstan triði hvør veljari undir 45 ár – nærri 30,0 prosent – ætlar at seta sín kross fyri Fólkaflokkin, um val hevði verið nú. Flokkurin hevur eisini væl fatur í tí eldra partinum av veljaraskaranum, 25,0 prosent av teimum yvir 45 ár ætla eisini at atkvøða fyri lista A, vísir kanningin.

Les eisini: Menninir bláir – kvinnurnar reyðar 

Tá hugt varð eftir kynsbýtinum vístu tølini hjá Tjóðveldi, at tað vóru nógv fleiri kvinnur enn menn, sum velja henda flokkin. Munurin er eisini stórur tá hugt verður eftir aldri.

23,3 prosent av veljarunum yvir 45 ár velja Tjóðveldi, men ’bara’ 15,7 prosent av teimum, sum enn ikki eru farin upp um 45 ár ætla at seta krossin út fyri lista E.

Allar størsti munurin í aldurssamansetingini sæst tó hjá Framsókn, sum, hóast formaðurin er elsti maður, valdur á ting, burturav er ein ungdómsflokkur. 9 prosent av veljarunum undir 45 ár siga seg fara at atkvøða fyri Framsókn, men bert 2,9 prosent av teimum, sum eru eldri enn 45 ár.

Hjá Sjálvstýri er eisini ein somikið eyðsýndur munur, at hesin kann kallast fyri ein flokk fyri eldri fólk. 2,2 prosent av teimum yngru siga seg velja Sjálvstýri, men meira enn tvífalt so nógv, 5,9 prosent av teimum eldru siga seg seta krossin við lista D.

Fyri hinar flokkarnar er munurin ikki so stórur. Hjá Sambandsflokkinum eru tað tey eldru, sum hava munin, meðan tað eru tey yngru hjá Javnaðarflokkinum og Miðflokkinum.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder