Stóra flogfelagið, Thai Airways, sum hvørt ár flýgur eitt nú fleiri túsund ferðafólk úr Keypmannahavn til Teilands, stríðist í hesum døgum fyri at sleppa undan húsagangi.
Thai Airways hevur verið í fíggjarligum trupulleikum í fleiri ár, men koronakreppan er nú við at skumpa flogfelagið tað seinasta pettið út av eggini, skrivar miðilin finans.dk.
Sambært Financial Times tykist vegurin nú vera ein stór umskipan, um felagnum skal verða lív lagað. Hetta inniber millum annað at felagið fer gjøgnum ein sokallaðan kontrolleraðan konkurs.
Teilendski staturin er høvuðspartaeigari í Thai Airways. Sambært miðlunum er felagið nú á veg í skiftirættin fyri at fara í gjaldsstøðg til tess at kunna umskipa felagið. Við sær hevur felagið eina avtalu við kreditorar sínar, siga tíðindini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald