”Fólk tíma ikki at ganga í kirkju longur!”. ”Kirkjurnar standa bara tómar!”
Útsagnir sum hesar, og mangar aðrar eru ofta at hoyra, tá talan er um støðuna í fólkakirkjuni, kanska serliga teirri donsku. Hinvegin hoyrast eisini slíkar útsagnir mangan her á landi, tá talan er um kirkjufólkið.
Men er støðan nú so vánalig sum fólk annars halda? Hetta spennandi evnið viðgjørdu vit í greinini ”Danska kirkjan hevur gott tak í fólkinum” sum varð løgd út her í farnu viku.
Her vísti ein danskur granskari á, at danska fólkakirkjan hevur tað gott og hevur gott tak í fólkinum. Kirkjan hevur eisini megnað at laga seg eftir tørvi og ynskjum hjá fólki.
- Ein orsøk til hetta er, at kirkjan hevur megnað at laga seg eftir tørvinum hjá fólki.
- Mínar kanningar vísa hinvegin, at prosentparturin av limum í fólkinum er dalandi, men gongdin er ikki so ógvuslig sum í øðrum londum, sigur Karen Marie Leth-Nissen, granskari.
Soleiðis er støðan í Danmark. Men hvussu er støðan í Føroyum?
Vit fingu eina stutta viðmerking frá Theodor E. D. Olsen, sum er sóknarprestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi.
- Eg vil tí bara staðfesta: Føroysku kirkjurnar standa altso ikki tómar!
POPULARITETUR
Danski granskarin, Karen Marie Leth-Nissen vísir á, at tað bert er ein lítil, men kortini trúfastur skari av dønum, sum ganga í kirkju hvønn einasta sunnudag.
Hinvegin hevur tað ongatíð verið vanligt hjá dønum at ganga í kirkju sunnudagar, - í øllum førum ikki í dagsins samfelagi. Ritualini - dópur, konfirmasjón, brúdleyp og jarðarferð – hava altíð havt størsta týdning.
- Tí kanst tú ikki máta popularitetin í donsku fólkakirkjuni við bert at spyrja eftir, hvussu nógv fólk taka lut í gudstænastuni ein sunnudag. Ella um, hvussu nógv ið trúgva uppá Gud.
- Skalt tú hava eina rættvísa mynd av, hvussu kirkjan klárar seg í dag, er neyðugt at hyggja eftir, hvussu danir í veruleikanum brúka kirkjuna. Tað merkir eisini, at ein má hyggja eftir øllum tí fjølbroytta virkseminum sum er í kirkjuni, vísir Karen Marie Leth-Nissen á.
Limatalið í kirkjuni er rættiliga støðugt, hóast tann prosentvísi parturin er lækkaður seinnu árini. Ein orsøk til hetta er tann stóri vøksturin av ikki-kristnum tilflytarum, eins og tað er ein veruleiki, at nógvir av eldru limunum doyggja, meðan færri verða doypt.
- Effektin av teimum, ið melda seg úr kirkjuni, er tí rættiliga lítil í tí stóra roknskapinum, vísir Karen Marie Leth-Nissen á.
Eftir hennara sannføring eru danir sera fegnir um at fólkakirkjan er har, tá tey hava brúk fyri henni, og at ein sjálvur kann velja prest og loysa sóknarband. Ja, og so eru teir eisini sera fegnir um at onkur er sum taka sær av teirra gamla mentanararvi, í hesum føri kirkjubygningarnar.
TÓMIR KIRKJUBEINKIR
Ein teirra, sum við áhuga hevur lisið greinina um granskingina hjá Karen Marie Leth-Nissen er Theodor E. D. Olsen.
Og hann er púra samdur við henni í støðutakan síni: - Eg kann tíbetur taka undir við, at tómir kirkjubeinkir sum so eru ein mýta.
Í hansara sókn – sum millum annað fevnir um tvær so ólíkar kirkjur sum Hoyvíkar kirkju og kirkjuna í Kaldbak – merkir hann sjálvandi til, at fólkagrundarlagið undir teirri staðbundnu kirkjuni er ójavnt.
Sambært nýggjastu hagtølum frá Hagstovuni búgva í dag 3.988 fólk í Hoyvík og 236 í Kaldbak.
- Tað er tí greitt, at tað kann sjálvandi vera ein trupulleiki í bygdum, har fá fólk búgva, vísir Theodor á. Myndin vísir hann á prædikastólinum fyri eini væl vitjaðari gudstænastu í Hoyvíkar kirkju.
VERA TAKKSOM
Tað er tó ikki altíð, at talið av íbúgvum sæst aftur í teimum sum velja at fara til eina gudstænastu ein sunnumorgun.
Theodor tekur sum dømi ymiskar støður í Hoyvíkar kirkju, sum stendur í tí økinum í landinum við størstum fólkavøkstri og tali av nýggjum húsum.
- Eg havi upplivað, at tað komu 400 fólk í kirkju í Hoyvík ein heilt vanligan sunnudag. Ein annan sunnudag, tá einki serligt er á skránni – tað er: dópur ella ferming – fer talið neyvan niður um tey 100.
- So sum heild haldi eg, at vit skulu bara vera takksom, vísir prestur á.
ÁTTA FÓLK Í KIRKJU
Í teimum smærru bygdunum er fólkagrundarlagið minni. Men har finnast eisini mong, sum trúfast leita sær í kirkjuna hvønn einasta sunnudag.
Hetta er nakað sum Theodor og allir hinir prestarnir kring oyggjar munnu seta stóran prís uppá.
Hann vísir serliga eina ávísa hending í eini kirkju á bygd:
- Ein tann minnisríkasta og sangríkasta gudstænastan sum eg minnist var í eini bygdarkirkju, har vit einans vóru átta fólk í kirkju eitt skíriskvøld.
- Vit mugu tó ongantíð gloyma at gudstænastan er kvalitetur, tó at kvantiteturin hevur týdning fyri tann kirkjuliga felagsskapin, sigur Theodor E. D. Olsen at enda.
Orð: Snorri Brend
Mynd: Hoyvíkar kirkja
Mentan
Theodor: - Føroysku kirkjurnar standa ikki tómar
- Eg kann tíbetur taka undir við, at tómir kirkjubeinkir sum so eru ein mýta, sigur Theodor E. D. Olsen, prestur
2018-06-27 09:28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald