Uttanlands

Thomas Borgen havt sín síðsta arbeiðsdag sum stjóri í Danske Bank

Bankin hevur sett fyribils stjóra

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-10-01 09:54 Author image
Ari av Rana
placeholder

Stjórin í Danske Bank, Thomas Borgen, hevur havt sín síðsta arbeiðsdag. Danskir miðlar skriva í morgun, at bankin hevur sett Jesper Nielsen sum fyribils stjóra inntil annar stjóri er funnin.

Thomas Borgen boðaði frá í farnu viku, at hann gevst sum stjóri. Orsøkin er gølan í Danske Bank, har deildin hjá bankanum í Estlandi hevði hvítvaska fyri 1500 milliardir krónur frá 2007 til 2015.

Fleiri miðlar hava fylgt við í sakini, og hevur Berlingske eitt nú avdúkað, at Thomas Brogen segði ósatt um nær hann fyrst ferð fekk vitan um at trupulleikar vóru í estisku deildini. Seinni varð avdúkað, at bæði leiðslan í Estlandi og í Keypmannahavn vóru ávaraði um at alt ikki ruggaði rætt, skrivar TV2.

Nýggi fyribils stjórin, Jesper Nielsen, hevur verið stjóri fyri rakstrinum hjá bankanum í Danmark síðani 2016. Hesum fer hann framhaldandi at standa á odda fyri inntil nýggjur stjóri er funnin. Jesper Nielsen er tó ikki ætlaður at verða varandi stjóri í Danske Bank.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder