Innanlands

Tí misti Johnny álitið á Liljuni

Liljan Weihe lat notat til Barbaru Holm

2018-07-05 15:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

Johnny sigur soleiðis um hví hann misti álitið á Liljan Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpinum:

- Ein einstøk hending gjørdi, at eg misti álitið á Liljuna Weihe. Tvey notat hjá Liljuni vóru keldurnar til, at ein røð av ósonnum ákærum um meg blivu bornar alment fram í blaðgreinum hjá Barbaru Holm í Sosialinum í november 2017. Eftir mínum tykki skaddi hetta umdømið og trúvirðið hjá bæði Kringvarpi Føroya og mær.

Fyrrverandi Kringvarpsstjórin sigur eisini, at Mentamálaráðið staðfesti, at at tað var skjalfest, at Liljan Weihe hevði sýnt skeivan leiðsluatburð og hevði umrøtt stjóran ósømiligan. Tó var uppsøgnin eitt ov víðgongt stig. Hann sigur at hann tók niðurstøðuna hjá Mentamálaráðnum til eftirtektar, men longu tríggjar dagar eftir at niðurstøðan fyrilá, var forsíða í Sosialinum:

- Niðurstøðan fyrilá fríggjadagin 20. apríl 2018, og mánadagin 23. apríl borðreiddi Sosialurin við stórari forsíðusøgu grundað á samrøðu við Liljuna Weihe, sum segði seg vera særda av at blíva kallað illoyala. Als ongin kritiskur spurningur bleiv settur í samrøðugreinini, hóast Mentamálaráðið í síni avgerð staðfesti, at Liljan Weihe hevði sýnt skeivan leiðsluatburð og umrøtt stjóran ósømiliga.

Johnny vísir eisini á, at in.fo varð nýtt til at vreingja sannleikan. Liljan Weihe varð flutt í annað starv, men bert fáar tímar seinni var yvirskrift á in.fo, sum las: “Liljan Weihe aftur uppsøgd í dag”.

Johnny í Grótinum sigur, at mótvegis aktivistikum journalisti er upplýsing nyttuleys:

- Eg havi lært nógv av hesi tilgongd, ikki minst tað, at tá aktivistiskir journalistar sum Barbara Holm hava eina dagsskrá, nyttar millum lítið og einki at koma við viðkomandi fakta fyri at upplýsa málið.

Sí lesarabrævið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder