Innanlands

Tíðin byrjar at ganga undan

Tey álit í málum, sum skulu avgreiðast áðrenn jólafrítíðina, skulu koma áðrenn 16:15, sigur løgtingsformaðurin

Ætlanin var, at løgtingið skuldi í jólafrí í dag, men soleiðis verður ikki (Tingvarpið)

Ætlanin var, at løgtingið skuldi í jólafrí í dag, men soleiðis verður ikki (Tingvarpið)

2018-12-14 15:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn verður bíðað eftir álitum úr nevndum í ymsum málum í løgtinginum. Tað segði løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, fyri lítlari løtu síðani.

Løgtingsformaðurin hevur niðurlagt fundin til klokkan 16:15, meðan bíðað verður millum annað eftir álitinum úr fíggjarnevndini um fíggjarlógina fyri 2019.

- Tey álit, sum skulu gera sær vón um at vera avgreidd áðrenn jólafrítíðina skulu vera her klokkan 16:15, segði løgtingsformaðurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder