Síðan ársskiftið hevur talið av mótmælisfólkum á gøtunum í París verið munandi lægri enn í november og desember mánaða.
Men hetta vikuskiftið var talið av mótmælisfólkum nógv hægri enn í farnu viku. Í gjár vóru uml. 8000 mótmælisfólk á gøtunum í franska høvuðsstaðnum.
Sambært DR er orsøkin tann, at Eric Drouet, ein franskur lastbilførari, sum verður sæddur sum eitt slag av oddamanni fyri rørsluna, er vorðin handtikin tvær ferðir síðan ársskiftið. Eisini er hann skuldsettur fyri at hava skipað fyri ólógligum mótmælistiltøkum.
Handtøkan av Eric Drouet hevur skapt øsing, og tað er m.a. orsøkin til, at "Gulu vestarnir" fáa alsamt meira stuðul.
Undir mótmælinum í gjár vórðu tvey tíðindafólk og trygdarfólk teirra eisini álopin.
Ein maður varð sligin niður og síðani sparkaður. Maðurin var eitt trygdarfólk hjá tíðindafólkunum, og hann endaði á sjúkrahúsið har tað varð staðfest, at nøs hansara var brotin.
Hetta er ikki einasta álopið, sum hevur verið á tíðindafólk.
Skipað hevur eisini verið fyri mótmælistiltøkum framanfyri sjónvarpsstøðum, og eisini hava mótmælisfólk roynt at steðga útberingini av tíðindabløðum.
Mótmælisfólkini halda einki serligt um tíðindafólk í løtuni, tí at miðlarnir sambært teimum halda við Macron, stjórnini og løgregluni, og tí hava tey ikki stórt álit á tíðindafólk í løtuni, sigur sendifólk hjá DR.
Hetta er 9. vikuskifti á rað, at skipað verður fyri mótmælistiltøkum í París.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald