Ein vápnaður maður hevur dripið tíggju fólk, harav eitt løgreglufólk, í eini handilsmiðstøð í býnum Boulder í Colorado, beint norðan fyri høvuðsbýin í statinum, Denver.
Løgreglan í býnum hevur handtikið ein mann í berum yvirbelti, sum verður hildin at vera byrsumaðurin frá handilsmiðstøðini King Soopers.
Skottilburðurin kundi síggjast á YouTube, tí fleiri vitni sendu live frá hendingini, sum byrjaði í gjárkvøldið, tá klokkan var 14.30 lokala tíð.
Ein maður fór at skjóta frá hond, og tað tók einar 20 minuttir áðrenn løgreglan náddi fram til staðið. Løgreglan heitti á fólk umvegis Twitter um at halda seg burtur frá handilsmiðstøðini og heitti eisini staðiðiga á fólk í miðstøðini um at lata vera við at miðla beinleiðis frá hendingini, skrivar BBC.
Løgregluovastin í Boulder hevur váttað fyri miðlunum, at ein maður er handtikin og fær viðgerð á sjúkrahúsi.
Almenningurin hevur bara fingið at vita hvør dripni løgreglumaðurin er. Nøvnini á hinum dripnu eru ikki leysgivin enn, sambært BBC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald