Nýggi umsitingarbygningurin hjá Eysturkommunu, sum er bygdur tvørtur um Eiðisá í Norðagøtu hevur vunnið enn eina virðisløn, skrivar heimasíðan hjá Eysturkommunu.
Talan er um eina virðisløn fyri stovnsbyggilist frá Architecture MasterPrize.
Talan er um eina árliga virðisløn, ið verður latin til serstaka byggilist innan nógvar ymsar greinar. Talan er um tríggjar høvuðsbólkar – arkitektur snið, innandura snið og landslags arkitektur – og undir hesum eru tilsamans 42 bólkar.
Virðislønir verða latnar vøkrum og serstøkum byggiverkætlanum kring allan heimin, og í hesum føri hevur býráðshúsið í Eysturkommunu, sum Ósbjørn Jacobsen hevur sniðgivið saman við virdu donsku teknistovuni Henning Larsen.
Soleiðis verður sagt um bygningin hjá Eysturkommunu: Við íblástri frá náttúruni og siðbundna byggistílinum kann ráðhúsið hjá Eysturkommunu í fyrstu atløgu tykjast hárfínt – subtilt. Men árinið er alt annað enn minimalt. Brúgvar, ið gerast til meira enn sambinding, men gerast støð við egnum rætti, støð, har fólk hittast og seta búgv, hava sín egna týdning í søguni. Firenze, Prag og Venesia hava øll íbygdar brúgvar, sum seta dám á hesar býir. Í veturmyrkrinum í Føroyum, veruliga ein serligur bygningur, ikki bert fyri Norðagøtu sum bygd, men fyri at knýta bygdirnar í kommununi saman.
Arkitektastovan hjá Henning Larsen eigur eitt anna byggiverk, sum varð heiðrað við hesi virðisløn, nevniliga skúlin í Frederiksbjerg í Aarhus. Tríggir norðurlendskir bygningar afturat fingu eisini virðisløn. Teir eru Maersk Tower við Panum Instituttið í Keypmannahavn, Copenhagen International Scool í Norðhavnini í Keypmannahavn og Hylla Hytte norðan fyri Oslo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald