Innanlands

Tikin fyri rúsdrekkakoyring

Bilurin í so vánaligum standi, at hann skal til sýn beinanvegin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2018-11-20 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein bilførari í Sandoynni varð í gjárkvøldið støðgaður fyri at koyra rúsdrekkaávirkaður.

Løgreglan fekk umhálvgun seks tíðina í gjárkvøldið boð um, at ein persónur helst koyrdi við kenning í oynni, og eftir at hava leitað eina tíð, eydnaðist tað eykapolitistum í oynni at finna fram til mannin meðan hann koyrdi.

Maðurin varð handtikin og leyslatin eftir at blóðroynd varð tikin av honum. Ikki bara verður maðurin nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Bilurin var eisini í so ringum standi, at einasta strekki, ið maðurin slapp at koyra við bilinum eftir at rúsurin er runnin av honum aftur, er beinleiðis til sýnshøllina at fáa bilin kannaðan.

Útbúnir løgreglumenn fara í dag í Sandoynna at taka sær víðari av málinum, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder