Innanlands

Tikin fyri rúsdrekkakoyring

Løgreglan kannaði nógvar bilar í nátt

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-12-09 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hált hevur verið í nátt. Í hesum sambandi hevur løgreglan hjálpt fleiri fólkum, sum vóru dottin í hálkuni, og elvdi hetta eisini til eitt lítið ferðsluóhapp.

Klokkan hálgvum trý í nátt fekk løgreglan boð um, at ein ungur maður á skutara var gliðin í hálkuni. Sum skilst fekk viðkomandi ikki álvarsligan skaða.

Eisini hevur løgreglan verið úti og kannað ferðsluna. Einar 100-200 bilar vórðu kannaðir, men einasta málið, sum kom burturúr hesum, var ein bilførari, sum bleiv tikin fyri rúsdrekkakoyring í Norðoyartunnilinum, sigur vakthavandi á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder