Innanlands

Tikin fyri rúsdrekkakoyring í Havn

Nógv fólk hava verið úti í nátt. men løgreglan hevði eina friðarliga nátt. Ein persónur í bili varð tó steðgaður og handtikin, tí hann koyrdi ávirkaður

2019-05-18 10:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var gott veður í gjárkvøldið og í nátt, og nógv fólk vóru úti í býnum. Løgreglan upplýsir, at hýrurin var góður, og at tað var lítið at gera hjá løgregluni.

Ein handtøka varð tó gjørd í nátt. Ein persónur varð tikin mitt í høvuðsstaðnum, og tað vísti seg, at hann koyrdi ávirkaður av rúsdrekka. Hann blásti væl omanfyra tað loyvda, og hann verður nú skuldsettur. Koyrikortið er í øllum førum í vanda, sambært vakthavandi.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder