Innanlands

Tikin við hassji á sær

Ein bilførari var fyrst við í ferðsluóhappi, og síðani tikin við hassji á sær

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-04-05 12:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tvey ferðsluóhapp hendu á sama stað í Havnini í gjár stutt eftir hvørt annað. Fyrst rendi ein bilur á ein lyktapela, tá hesin noyddist at venda undan bilinum frammanfyri. Bilurin frammanfyri steðgaði, men tann aftari var ikki nóg ansin, og mátti tí venda undan. Sløkkiliðið kom á staðið at sleipa bilin á verkstað.

Einans 10 minuttir seinni var aftur galið. Ein bilur steðgar við gonguteig, men bilurin aftan er ikki ansin og koyrir upp í tann frammanfyri. Tá løgreglan kemur á staðið er illgruni til, at bilførarin, sum rendi á, er ávirkaður av rúsevni. Løgreglan finnur hassj, og blóðroynd verður tikin av bilføraranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder