Innanlands

Tiknir fyri ólógliga sigling undir Nólsoynni

6 mans eru skuldsettir fyri brot á ramsarkunngerðina

2018-07-21 09:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið klokkan níggju fekk løgreglan boð um, at átta vatnskutarar vóru farnir stimitúr undir Nólsoynna.

Løgreglan sendi vaktarskipið Tjaldrið eftir teimum, og tað eydnaðust løgregluni at taka seks av teimum átta á vatnskutara. Tey vita ikki, hvar hinir báðir endaðu, sigur vakthavandi á politistøðini við Portalin.

Teir seks, ið vórðu tiknir ígjár, verða skuldsettir fyri brot á ramsarkunngerðina.

Sambært ramsarkunngerðini er tað bannað at sigla skjótari enn fimm fjórðingar um tíman, tá man er nærri enn 500 metrar frá landi undir ramsarøki sum Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólmi. 

Bannið er galdandi frá 1. mai til 15. august.

Ramsarkunngerðin er frá november 2017 og varð sett í gildi fyri at verja fuglalívið.

Væntandi verða brotsmenninir revsaðir við bót, men hvussu stóra bót talan er um er óvist, tí hetta er fyrsta málið av hesum slagnum.

Annars hevur verið serstakliga friðarligt í nátt, sigur vakthavandi á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder