Innanlands

Tilbúgvingin traðkar inn í nýggja øld

Samskiftið ger eitt skarvslop við nýggjari tænastu frá Føroya Tele

Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT-Samskiftið handar fútanum eitt prógv fyri at nýggka Kima-skipanin nú er sett í verk (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT-Samskiftið handar fútanum eitt prógv fyri at nýggka Kima-skipanin nú er sett í verk (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-03 12:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Við nýggju samskiftisskipanini, sum føroyska løgreglan tók í brúk í dag, ger tilbúgvingin eisini eitt skarvslop frá analogu skipanini, har skróðandi walkie talkies vóru álitið, inn í talgildu framtíðina, har møguleikarnir tykjast óendaligir.

Tað vóru tveir ernir stjórar á Føroya Tele, Jan Ziskasen, samtaksstjóri, og Hans Jákup Langgaard, stjóri í FT-Samskifti, sum í dag kundu handa føroysku løgregluni nýggju samskiftisskipanina, sum hevur fingið navnið Kima.

FT Samskifti hevur í drúgva tíð arbeitt við hesi skipanini í samstarvi við svenska kt-risan Ericsson, serliga síðan 2019, tá føroyska felagið vann útboðið um at veita eina nýggja samskiftisskipan til løgregluna.

Fyri Føroya Tele hevur verkætlanin lutvíst snúð seg um at fáa nógv størri nyttu burtur úr 4G netinum, sum fyritøkan sigur vera í heimsflokki.

- Vit hava eitt super net tøkt, sum henda skipanin skuldi knýtast at. Við at gagnnýta kapasitetin á netinum, fær tilbúgvingin ikki bert samband til so at siga øll støð í Føroyum og væl út um landoddarnar eisini. Netið gevur eisini nógv betri ljóðgóðsku enn gomlu walkie talkies og tað gevur møguleika fyri at senda myndir live, greiðir Jan Ziskasen frá.

[object Object]Soleiðis sær tólið út, sum tey einstøku løgreglufólkini bera uppi á sær (Mynd: Jens Kr. Vang)

Teir einstaku persónarnir, sum eru knýttir til Kima fáa eitt lítið handhildið tól, álíkt eini telefon, sum teir brúka til samskiftið. Møguleiki er fyri at samskifta við átaksleiðara, við starvsfelagar, og eisini við aðrar partar av tilbúgvingini, sum verða knýttir at skipanini.

Michael Boolsen, fúti, fegnaðist eisini stórliga um at kunna taka Kima í brúk.

- Tá eg kom til Føroya á fyrsta sinni fyri 25 árum síðani tosaðu vit um trupulleikar við at kunna tosa saman, tí fjøll komu í vegin. Nú eg aftur eri her, er støðan stórt sæð tann sama, hóast tólini eru eitt sindur nýggjari. Við nýggju skipanini fara vit frá eini tíð, sum kann sammetast við tá føroyingar glaðaðu fyri at geva boð frá sær og inn í 21 øld, segði fútin í síni røðu í sambandi við handanina á Føroya Tele fyrrapartin.

- Vit hava bíðað leingi eftir at fáa nýtt og betri samskiftisamboð. Men sagt verður, at tað besta kemur til tann, ið gevur tol og bíðar, og eg tori at siga, at hetta er tað besta, vit hava fingið, segði Michael Boolsen.

[object Object]
Jan Ziskasen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Nú løgreglan í Føroyum hevur fingið skipanina, verður latið upp fyri at aðrir partar av tilbúgvingini eisini verða knýttir uppí.

Tórshavnar Sløkkilið hevur verið við í menningararbeiðinum eisini, og tað er hugsandi, at tey vera tey næstu. Annars er skipanin ætlað til øll sløkkilið í landinum, til sjúkraflutningstænastuna, Vørn, tyrlutænastuna og bjargingarfeløgini og teirra rescue-bátar.

Men Kima kann eisini brúkast av øðrum, eisini teimum, sum ikki hava beinleiðis við tilbúgvingina at gera.

- Tað kann hugsast, at tildømis Vága floghavn kundi brúkt Kima. Eisini byggifyritøkur, sum eru í gongd við stórar uppgávur, kundu havt gagn av einum slíkum samskiftisamboði, sigur Jans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti.

Tað snilda við skipanini er, vísir hann á, at tað ber til at savna brúkarar í bólkar, sum arbeiða við somu uppgávu, eisini millum teir ymsu stovnarnar, sum eru á skipanini. Til dømis løgreglu og ambulansutænastu í sambandi við eina vanlukku tildømis.

Møguleikarnir við at senda livandi myndir kunnu hava stóran týdning.

Ein kann ímynda sær, at løgreglan er fyrst úti til ein eldsbruna. Her kunnu løgreglufólkini brúka teirra tól at senda myndir av økinum beinleiðis til neyðsendarkførini, sum eru á veg út á staðið. Um ein drona verður tikin í brúk – og tað er ongin forðing fyri tí – gerst tað uppaftur betur hjá sløkkiliðsfólkunum, sum sostatt eru nógv betri fyrireikað til uppgávuna, tá tey eru komin fram.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder