Tilhaldið Millum Bóla í Kollafirði lat upp fyri sløkum ári síðan, tann 04. desember 2017. Tilhaldið er í somu húsum, sum barnagarðurin Millum Bóla var í. Men tað eru heili 30 ár síðan, at byrjað varð við at hava tilhald í Kollafirði.
Tá avgjørt varð at byggja nýggjan dagsstovn í Kollafirði, varð avgjørt at selja Dagstovnin Millum Bóla. Men staðbundna nevndin í Kollafirði mælti staðiliga frá og mælti til, heldur at brúka húsini sum dagtilhald til eldri.
Og endin varð, at býráðið samtykti at nýta húsini til tilhald, ítrív og annað. Í apríl í fjør heitti eldranevndin á kommununa um at skipa tilhald og heilsufremjandi tilboð í húsinum, eins og í Tilhaldinum í Nólsoy og í Tórsgøtu í Havn. Málið varð avgreitt og samtykt tann 20. juni í fjør, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.
Tey eldru í Kollafirði hava frammanundan húsast undir truplum umstøðum í leigaðum hølum í bygdarhúsinum. Hesar umstøður hava hvørki verið nøktandi hjá fyriskiparum og ei heldur hjá brúkarunum.
Tilhaldið í Kollafirði byrjaði longu í 1988, og hetta var fyrsta tilhald av sínum slagi í landinum. Tað var Poula Christiansen, sum byrjaði hetta arbeiðið. Hetta varð hátíðarhildið í gjár, tá eisini umboð fyri kommununa vitjaðu inn á gólvið.
Innanlands
Tilhaldið í Kollafirði fylti 30
Hátíðarhald var í gjár í tilhaldinum Millum Bóla í Kollafirði
Mynd: Tórshavnar kommuna
2018-11-13 15:05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald