2018-07-27 08:37
Á løgreglustøðini siga tey, at tað hevur verið øgiliga friðarligt sum heild seinasta døgnið, men tó hava tey fingið eitt harðskapsmál inn.
Tað var í gjár, at løgreglan fekk fráboðan um ein mann, sum var harðligur í Vágum.
Tilkomni maðurin hevði sligið ein annan mann, og løgreglan tók mannin við sær og koyrdi hann í varðhald. Sum skilst var alkohol uppi í leikinum.
Løgreglan manglar enn at avhoyra nøkur vitni, men sigur seg tó stórtsæð vita, hvat ið fór fram.
Maðurin, sum enn situr í varðhaldi í morgun, verður tí skuldsettur fyri harðskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald