Innanlands

Tinganes í leysum lofti

Tá onki pláss var í dokkunum í Szczecin, varð sandbáturin lyftur upp á land

(Mynd: marinedanmark.dk)

(Mynd: marinedanmark.dk)

2018-10-08 15:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá føroyski sandbáturin Tinganes herfyri skuldu klassast í Szczecin í Pólandi var ikki pláss í turrdokk.

So tey gjørdu ikki mætari enn at leggja trossar um 47 metra langa skipið, lyfta tað úr sjónum og svinga tað upp á land við teimum stóru kranunum á havnarøkinum, skrivar danska sjóvinnutíðarritið marinedanmark.dk.

- Tað var ein óvanlig loysn, men tá tað ikki var pláss í nakrari flótidokk í økinum, so varð skipið lorað eins og var tað eitt frítðiðarfar.

- Eg skal viðganga, at er var eitt sindur ivasamur, tá skipið sveimaði 40 metrar yvir bryggjuni, segði Emil Nielsen, reiðari á Tinganesi við Maritime Danmark.

Arbeiðið varð gjørt á skipasmiðjuni, sum einaferð æt Stocznia Szczecinska, og fram til 2009 bygdi nýbygningar og hevði 9.000 fólk í arbeiði. Tað var eisini her, kendi fakfelagsmaðurin Lech Walesa, sum seinni gjørdist landsins forseti, arbeiddi.

Nú er stóra skipasmiðjan í Szczecin (eisini kallað Stettin) latin aftur. Men fleiri nýggjar fyritøkur eru sprotnar fram í økinum. Hesar fyritøkur kunnu eitt nú brúka stóru kranarnar, sum vórðu brúktir til at lyfta partar av nýbygningunum, ið vórðu smíðaðir í seksjónum, upp á pláss. Tað vóru hesir kranar, ið vórðu brúktir til at lyfta Tinganes upp á land.

Tað er spf. Sekstant í Havn, sum eigur sandbátin Tinganes, sum er skrásettur í føroysku altjóða skipaskrásetingini FAS. Tinganes er bygdur í 1968 í Aalborg. Í 2004 kom hann til Føroyar og fekk navnið Havsand. Seinni skifti skipið navn til Tinganes, og varð í 2009 yvirtikið av spf. Sekstant.

Tinganes siglir fyri tað mesta í Danmark. Eitt nú við skervi og sandi til havnir í oyggjarhavinum sunnan fyri Fjón og Sæland. Útgangshavnin er Stubbekøbing á Falster.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder