Innanlands

Tingfundur settur uttan at Framsókn tók uppskot sítt aftur

Gerhard Lognberg tikið sæti á tingi

Ruth Vang (Savnsmynd)

Ruth Vang (Savnsmynd)

2018-11-06 11:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nakað av spenningi var undan tingfundinum, sum varð settur klokkan 11 í dag. Spenningurin snúði seg um, hvørt tingfólkini frá Framsókn fóru at taka uppskotið sítt um at leingja núverandi fiskidagaskipanina aftur, eins og formenninir í samgonguni boðaðu frá við tíðindaskrivi sunnudagin.

Men ongin fráboðan kom frá Framsókn, tá tingfundurin varð settur fyri løtu síðani.

Einasta sum hendi áðrenn farið varð undir viðgerðirnar á dagsskránni var at loyva Gerhardi Lognberg at taka sæti á tingi fyri Kaj Leo Holm Johannessen, sum hevur biðið um farloyvi.

Helgi Abraham er fyrsti eykamaður á sambandslistanum, men hann hevur longu tikið sæti á tingi, so nú vóru boð eftir øðrum eykamanni, sum er royndi tingmaðurin Gerhard Lognberg. 

[object Object]Gerhard Lognberg, til høgru (Savnsmynd)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder