Innanlands

Tingfundurin tikin uppaftur klokkan 13

Tingfundurin, sum skuldi byrja kl. 9.30 í morgun, varð fyrst niðurlagdur til kl. 11, men tá boðaði løgtingsforkvinnan frá, at hann aftur varð niðurlagdur og verður tikin uppaftur kl. 13

(Savnsmynd: Jógvan Jákupsson)

(Savnsmynd: Jógvan Jákupsson)

2025-05-19 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag eru fýra triðju viðgerðir á skránni í tinginum, men hóast tingfundurin skuldi byrja klokkan 9.30, er viðgerðirnar av hesum málum enn ikki byrjað.

Orsøkin er, at arbeitt verður við broytingaruppskotum til málini, sum eru á skrá, segði Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, tá hon niðurlegdi tingfundin stutt eftir, at hann varð settur í morgun.

Fyrst varð boðað frá, at tingfundurin varð niðurlagdur til klokkan 11, men klokkan 11 boðaði løgtingsforkvinnan frá, at fundurin enn einaferð varð niðurlagdur, og at fundurin nú verður tikin uppaftur klokkan 13.

Á skránni í dag eru uppskotið um at hækka pensjónsaldurin, uppskotið um tíðartreytaða pensjón, uppskot um broyting í lógini um íleggingargrunn fyri Føroyar, og uppskotið um suðuroyartunnilin.

Les eisini: Heita á samgonguna um at taka uppskotið aftur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder