Innanlands

Tingið kemur saman klokkan 11

Lógin um hjálpifólkaútbúgving verður væntandi endaliga samtykt í dag

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-04-09 08:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Níggju mál eru á skránni fyri løgtingsfundin, sum verður settur klokkan 11 í dag.

Hetta er fyrsti løgtingsfundur eftir nógv at umtalaða orðaskiftið í einum støðgi á landsfundinum hjá Tjóðveldi, varð varpað út til almenningin, har forkvinnan í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, Annita á Fríðriksmørk, sigur løgtingsformannin, Páll á Reynatúgvu, m.a. vera ein psykopat.

Gitt verður um, hvørt henda avdúking fær avleiðir fyri Annitu á Fríðriksmørk, men sum skilst, er málið ikki viðgjørt í tingbólkinum hjá Tjóðveldi enn.

Fýra mál skulu endaliga avgreiðast við triðju viðgerð á tingi í dag. Talan er millum annað um lógina at skipa hjálpifólkaútbúgving á heilsuskúlanum í Hovi. Talan er um útbúgving til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námshjálpara. Ongin ósemja er um hetta mál, sum varð samtykt við 28 atkvøðum fyri og ongari ímóti við aðru viðgerð.

Tríggjar aðrar triðju viðgerðir, tvær aðru viðgerðir og ein fyrsta viðgerð eru á skránni fyri tingfundin í dag.

Til fyrstu viðgerð, er málið frá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu við almannamálum, um at seta úr gildi løgtingslógina um at dagføra ognina Eiragarður 14-16 fyri ístaðin at byggja nýtt sambýli fyri fólk við menningartarni og fjølbreki. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder