Innanlands

Tingið mintist Karl Robert Johansen

Var løgtingsmaður stutt skifti í nítiárunum

2019-11-06 11:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Áðrenn farið varð undir dagsskránna í løgtinginum helt Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, minningarorð fyri Karl Robert Johansen av Strondum, sum doyði herfyri, 76 ára gamal.

Karl Robert Johansen hevði eitt langt arbeiðslív á sjónum, men var eisini virkin í nærsamfelagnum, eitt nú sum sóknarstýrisformaður og virkin innan arbeiðararørsluna.

Karl Robert Johansen stillaði upp fyri Verkamannafylkingina á valinum 7. juli 1994. Hann varð ikki valdur, men kom á løgting tá Óli Jacobsen settist í landsstýrið í eitt knapt ár. Fram til 1998 sat Karl Robert Johansen fleiri ferðir á tingi sum eykamaður hjá Verkamannafylkingini. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder