Innanlands

Tjaldrið og Vón sleipaðu tveir útróðrarbátar heim í gjár

Í gjár fingu tveir útróðrarbátar motortrupulleikar og máttu biðja um hjálp at sleppa til lands aftur

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2018-07-23 09:26 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í gjár fingu tveir útróðrarbátar motortrupulleikar og máttu biðja um hjálp at sleppa til lands aftur, skrivar Jn.fo. 

Bjargingarbáturin hjá Eiðis bjargingarfelag, Vón, fór av Eiði klokkan 19:50 í gjár og var hjá útróðrarbátinum klokkan 22:30. Beint eftir klokkan fimm í morgun kom Vón á Eiði við bátinum.
 
Vaktar- og bjargingarskipið Tjaldrið sleipaði ein útróðrarbát á Tvøroyri. 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder