Innanlands

Tjóðveldi skal viðgera støðuna

Tingbólkaforkvinnan sum er orsøkin til gøluna í flokkinum fer at kalla inn til fund

Annita á Fríðriksmørk (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Annita á Fríðriksmørk (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-08 10:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tingbólkurin hjá Tjóðveldi fer at hava ein fund um støðuna, sum er í flokkinum eftir útsagnirnar hjá Annitu á Fríðriksmørk á flokstinginum leygardagin. Tað veit Kringvarpið í dag.

Útsagnirnar vóru um floksfelagan og tingformannin Páll á Reynatúgvu og millum annað varð sagt “stórur egoistur og psykopatur” um hann.

Annita á Fríðriksmørk er sjálv forkvinna í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, og sigur við Kringvarpið, at tey fara at hava fund um málið. Enn veit hon ikki nær, men hon fer at kanna nær tað liggur fyri.

Lurta: Her er privata samrøðan sum øll tosa um

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder