Innanlands

Tjóðveldi gongur aftur í teimum smáu valstøðunum

Samanteljing av 15 smáum valstøðum

Frá framløguni av valskránni hjá Tjóðveldi (Mynd: Sverri Egholm)

Frá framløguni av valskránni hjá Tjóðveldi (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-05 20:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast tey smáu valstøðini ikki hava ta stóru ávirkanina á samlaða úrslitið av fólkatingsvalinum, so eru greiðar ábendingar at hóma nú tey fyrstu valstøðini eru komin inn.

Tað er bert ein flokkur, sum gongur munandi aftur, meðan flestu av hinum ganga fram.

Smáu valstøðini benda á, at Tjóðveldi verður taparin í kvøld. Á nærum øllum valstøðunum gongur Tjóðveldi aftur.

Flokkurin, sum gongur mest fram, er Fólkaflokkurin.

Tá 15 valstøð vórðu tald saman - umboðandi 1,5 prosent av veljarunum, stóð Javnaðarflokkurin at vinna við 31,8 prosentum, ein lítil afturgongd á eitt hálvt prosentstig, meðan Fólkaflokkurin stendur seg næstbest við 27 prosentum, ein framgongd á næstan 8 prosetnstig.

Sambandsflokkurin er triðstørstur við 24,9 prosentum, ein framgongd á 2,4 prosentstig.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder