Innanlands

Tollfrí søla gevur pengar í landskassan

Pf. Duty Free á flogvøllinum hevði næstan 18 milliónir krónur í vinningi fyri skatt í fjør

(Mynd: Duty Free)

(Mynd: Duty Free)

2019-05-06 15:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tollfría sølan á flogvøllinum er ein góð forrætning fyri landskassan. Tað, sum kanska verður mist í tollinntøkum, tykist ríkiliga at koma aftur í vinningi.

Seinastu trý árini hevur Pf. Duty Free, sum selur tollfrítt á flogvøllinum, so góðan rakstur, at felagið hevur kunnað goldi 36 milliónir krónur til tað almenna. Tað vil siga til teir báðar eigararnar, sum eru almennu partafeløgini Vága Floghavn og Atlantsflog.

Sølan á flogvøllinum í 2018 vaks úr 21,7 til 25,2 milliónir í bruttovinningi, og hóast starvsfólkaútreiðslurnar vuksu nakað, so varð úrslitið heili 17,9 milliónir harav 3,2 milliónir skuldu gjaldast í skatti.

Talan er um ein vøkstur í úrslitinum á 16,5 prosent. Góða úrslitið heimilar felagnum at rinda 14 milliónir í vinningsbýti til eigararnar. Seinastu fimm árini hevur vinningsbýtið verið støðugt vaksandi úr hálvari millión í 2014, 5 milliónir í 2015, 10 milliónir í 2016, 12 milliónir í 2017 til 14 millónir í fjør.

Vivian Ole-Jacobsen er stjóri í Pf. Duty Free, og situr sjálv í nevndini, sum fram til aðalfundin í mars eisini var mannað við Kitty Mai Ellefsen, Gudny Langgaard og Niels Mortensen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder