Uttanlands

Tom Hagen verður leyslatin

Norski hægstirætturin hevur nú avgjørt, av avgerðin hjá landsrættinum er galdandi

Tom Hagen (Mynd: EPA)

Tom Hagen (Mynd: EPA)

2020-05-08 16:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norski milliardingurin, Tom Hagen verður nú leyslatin.

Fyrst í farnu viku varð hann handtikin, tí hann var undir illgruna fyri at hava dripið ella verið við til at dripið konuna, Anne-Elisabeth Hagen. Í gjár, metti ein meiriluti av dómarunum í landsrættinum tó ikki, at grundarlag var fyri at skuldsetta Tom Hagen fyri drápið.

Les eisini: Landsrætturin: Tom Hagen skal leyslatast

Hetta málið tók ákæruvaldið víðari til hægstarætt, sum seinnapartin hevur avvíst kæruna. Hetta merkir sostatt, at avgerðin hjá landsrættinum er galdandi, og sleppur Tom Hagen undan at verða varðhaldsfongslaður í fýra vikur.

Fyrr í dag varð ein 30 ára gamal maður eisini handtikin í drápsmálinum. Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder