2018-07-04 12:01
Fyrr í morgun fekk løgreglan boð úr Viðareiði um at ein leigubilur hevði staðið tómur síðani seinnapartin í gjár.
Fólk, sum var farið at hyggja eftir bilinum staðfesti at hann var tómur, og fór síðani eitt sindur niðan í hagan at vita, um nakað sást til nakran persón. Har var einki telt ella annað at síggja, og tí varð boðað løgregluni frá.
- Roynt hevur verið at ringt til leigaran, men har er einki samband við telefonina. Vit hava tí valt at senda eina hundapatrulju norður, sum nú fer í hagan at leita, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald