Innanlands

Tórmóður Stórá handað Sirið Stenberg heildarætlan fyri sálarliga heilsu

39 tilmæli eru í skjalinum, sum arbeiðsbólkurin handaði landsstýriskvinnuni

Tormóður Stórá og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna

Tormóður Stórá og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna

2018-10-10 13:21 Author image
Oda Strøm
placeholder

- Tað er okkara mál og ynski, at enn fleiri føroyingar skulu hava góða sálarliga heilsu og trívast í gerandisdegnum. Samstundis mugu vit bera soleiðis í bandi, at vit við røttu átøkunum til røttu tíð kunna hjálpa teimum, ið hava hjálp fyri neyðini, áðrenn avbjóðingarnar menna seg til álvarsliga sálarliga sjúku. Fyri tey, ið hava brúk fyri viðgerð ella aðrari tænastu, skal henda vera atkomulig, dygdargóð og samskipað.

Soleiðis stendur í innganginum til Heildarætlanina fyri sálarliga heilsu, sum formaðurin í arbeiðsbókinum, Tormóður Stórá, á Altjóða Sálarheilsudegnum í dag handaði landsstýriskvinnuni, Sirið Stenberg, á samkomu.  

Í heildarætlanini vísir arbeiðsbólkurin á, at stór menning hevur verið í Føroyum, í mun til tær viðgerðir og tænastur, sum tað almenna veitir teimum, ið stríðast við sálarligar avbjóðingar. Arbeiðsbólkurin hevur í arbeiðinum við heildarætlanini lýst verandi tilboð og skift orð um, hvørjar tær størstu avbjóðingarnar eru á økinum í dag. Lýsingin og orðaskiftið er grundarlag fyri teimum 39 tilmælunum, sum víst verða til í skjalinum.

Arbeiðsbólkurin heldur, at vit framvegis eiga at seta okkum framsøkin mál í arbeiðinum fyri sálarheilsuna hjá føroyingum. Vit eiga at kunna bøta um viðurskiftini á øllum økjum, stigvíst og miðvíst. Átaksøkini eru fimm. Tey eru:

  • Avstigmatisering av sálarligum avbjóðingum
  • Sálarlig heilsufremjan
  • Børn skulu hava bestu fortreytir fyri góðari sálarheilsu
  • Skjót atkomulig viðgerðartilboð og tænastur til vaksin
  • Samskipan av tænastum til børn og vaksin við sálarligum avbjóðingum

Lofta menniskjum fyrri
Stórur dentur verður lagdur á týdningin av tí fremjandi og fyribyrgjandi arbeiðinum. Umboð í arbeiðsbólkinum og fólk, ið virka í skipanini, hava við einum munni víst á, at neyðugt er at gera meira – og fyrri.

Bæði barnaverndartænasturnar og Almannaverkið vísa á ein vøkstur í tørvinum á tilboðum til børn og ung, sum stríðast við sálarligar avbjóðingar og í psykiatriini hevur verið ein vøkstur í ávísingum til útgreiningar og viðgerð millum bæði ung og vaksin. Nógv av hesum fáa ikki nøktandi hjálp við tí hóttandi avleiðing, at tey gerast álvarsliga sjúk.

Tí hevur arbeiðsbólkurin mett tað verða neyðugt at gera nógv burturúr hesum partinum. Málið er at lofta fleiri menniskjum fyrri, so avleiðingarnar gerast minni fyri hin einstaka, familjurnar og samfelagið. Í hesum sambandi metir arbeiðsbólkurin, at vit hava skipanir, sum eru lætt atkomuligar. Her verður millum annað hugsað í mun til landafrøði og kostnað.

Serlig sjóneyka sett á børn og ung
Serligt fokus er á børnini í hesum sambandi. Vit mugu skapa umstøður sum tryggja, at børnini kunnu vaksa upp í sálarheilsugóðum umhvørvi. Arbeiðsbólkurin mælir tí til, at vit skulu hava góðar skipanir, har gerandisdagurin hjá børnum er tryggur, bæði í familjuni, dagstovni og skúla.

Í hesum sambandi hevur arbeiðsbólkurin gjørt tilmælir um, at nakrar av verandi skipanum verða styrktar og viðhvørt fjøltáttaðar, heldur enn at seta á stovn nýggjar skipanir á einum øki, ið frammanundan er trupult at fáa samskipað.    

Ókeypis sálarfrøðilig viðgerð sum frá líður
Arbeiðsbólkurin hevur mett tað verða týðandi at vísa á, at sálarligar sjúkur eiga at verða javnsettar við likamligar sjúkur á øllum mótum. Fleiri dømir eru um hetta í heildarætlanini, eitt nú tilmælið um, at sálarfrøðilig viðgerð, sum frá líður, eigur at vera ókeypis eins og viðgerð fyri likamligar heilsutænastur eru ókeypis.  

Somuleiðis er eitt av stavnhaldinum hjá arbeiðsbólkinum, at tær tænastur, har tað letur seg gera, skulu í mestan mun veitast so tætt gerandislívinum hjá teimum borgarum, sum hava sálarligar avbjóðingar. Í mun til viðgerðir, so eiga viðgerðartilboðini at verða styrkt úti í økjunum. Óivað kunnu nøkur viðgerðartilboð flytast av sjúkrahúsinum út í primera geiran, um ætlanirnar við heilsudeplum verður veruleiki.

Virðiligar bústaðarviðurskifti og hjálp heima
Økispsykiatri er eitt dømi um eina góða gongd, og aðrar líknandi royndir við útgangandi toymum er ein gongd leið. Men eisini tær námsfrøðiligar tænasturnar og sosialu tilboðini mugu styrkjast fyri at geva bestu møguleikar fyri menning og trivnaði.

Hetta krevur millum annað, at bústaðarviðurskiftini hjá fólki við sálarligum avbjóðingum betrast. Stórur tørvur er á bústøðum og mælir arbeiðsbólkurin til, at vit fáa til vega fleiri íbúðir, har fólk við sálarsjúkum fáa hjálp inn í heimið.

Heildarætlanini fyri sálarliga heilsu kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder