Mentan

Tórsgøta letur upp á netinum

Við beinleiðis konsertum frá Reinsaríinum, fer Tórsgøta at veita listafólki eina hjálpandi hond og fjálga um føroyingar

2020-03-23 07:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Í Tórsgøtu elska vit list, og tí ynskja vit at rætta listafólki eina hjálpandi hond. Tònleikarar og listafólk bløða í hesum døgum, og tí fara vit í Tórsgøtu at skipa fyri beinleiðis tiltøkum, har endamálið er at stuðla listafólki og fjálga um føroyingar, nú korona hevur vent tilveruna á høvdið, stendur í tíðindaskrivi.

Heilt nógvir bólkar høvdu fullan kalendara í mars, men knappliga kom korona og hálaði stikkið úr. Men nú verður stikkið sett í aftur við at skipa fyri beinleiðis konsertum frá Reinsarínum, sum so verða stroymdar á netinum.

Í byrjanini verður talan um tvær konsertir um vikuna, har endamálið er bæði at geva føroyingum møguleika at hoyra alt tað fjølbroytni, íð rørir seg í tónleikaheiminum, men eisini at skapa inntøkur til tónleikarar.

Arbeitt verður somuleiðis eisini við at skipa fyri øðrum mentanartiltøkum, sum bókaframløgur, upplestur og annað. Nærri kunning kemur um hetta seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder