Innanlands

Tórshavnar býráð letur tríggjar virðislønir til bókmentir

Mentanarvirðislørnir M.A. Jacobsens verða handaðar hósdagin

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-11-06 07:38 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hósdagin 8. november handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn.

Tilsamans tríggjar virðislønir verða latnar í ár. Ein fyri fagurbókmentir, ein fyri mentanaravrik umframt Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs, skrivar Tòrshavnar kommuna á heimasíðu síni.
 
Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens 60 ár á baki
 
Fyrstu bókmentavirðislønir M.A. Jacobsens vórðu latnar í 1958 og tískil eru 60 ár liðin, síðan mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens vórðu latnar á fyrsta sinni. Frá byrjan vórðu ein ella tvær virðislønir latnar. Eftir 1972 skuldi onnur virðislønin latast yrkisbókmentum og hin fagurbókmentum.
 
Frá 1985 bar eisini til at lata virðisløn fyri mentanaravrik, og nevndin fekk heimild til ikki at lata onkra av virðislønunum.
 
Limir í nevnd M.A. Jacobsens eru Erling Isholm, Jákup Jacobsen og Høgni Joensen, valdir av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin.
 
Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs
 
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977 og hevur verið latin næstan uttan íhald síðani tá. Reglugerðin heimilar nevndini at lata upp til tvær virðislønir ella onga, um einki verk er mett at vera virðislønarvert.
 
Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Gunvør Balle, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Bjørg Dam og Sólrún Michelsen, valdar av býráðnum, og Marin Joensen, vald fyri skúlabókavørðarnar við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder