2018-11-13 12:12
Tænastuvinnan og ferðavinnan í høvuðsstaðnum eru í stórum vøkstri. Í løtuni verða fleiri gistingarhús bygd í kommununi, og tað er umráðandi, at Tórshavnar kommuna skapar góðar karmar fyri hesari vinnu. Tað er ein avbjóðing at fáa ferðavinnuna at vaksa alt árið, og tí er tað umráðandi at fáa fleiri ferðandi til Tórshavn uttan fyri háárstíð.
Politiskt verður ferðavinnan raðfest ovarlaga. Ferðavinnupolitikkur er samtyktur, og fíggjarliga er játtanin hækkað munandi.
Í ferðavinnupolitikkinum verður dentur m.a. lagdur á, at ferðavinnan er fíggjarliga, umhvørvisliga og sosialt burðardygg. Ráðstevnugestir eru tí eitt gott mið, tí sambært hagtølum leggja hesi vitan og meiri pening eftir seg enn onnur vitjandi.
Eisini vitjar hesin bólkurin av ferðafólki ofta uttan fyri háárstíð.
Í hesum døgum luttekur føroysk sendinevnd á ICCA ráðstevnuni í Dubai. ICCA stendur fyri International Congress and Convention Association. Á ICCA ráðstevnuni luttaka umboð fyri leiðandi veitarar úr øllum heiminum innan MICE-ferðavinna (MICE stendur fyri fundir, virkisferðir, ráðstevnur og tiltøk).
Umframt at luttaka á ráðstevnuni eru fundir við MICE-skrivstovur frá fleiri londum á skránni. Fyrradagin vóru fundir við millum annað MICE-skrivstovuna í Gøteborg, sum arbeiðir við burðardyggari ferðavinnu. Eisini var fundur við Meet in Reykjavík og við stjóran frá Norway MICE-skrivstovuni.
Í gjár var sendinevndin á ifund við Dubai Business Events. Eisini hevur fundur verið við Istanbul Chamber of commerce. Talan var um ein sera góðan fund, har nógv viðkomandi evni vórðu umrødd m.a. um samstørv, burðardygga orku og ferðavinnu í heila tikið. Turkiska sendinevndin vísti áhuga fyri at senda eina sendinevnd til Føroyar.
Føroyar og Turkaland samtyktu í fjør fríhandilsavtalu landanna millum, og áhugi er sjálvsagt fyri at fáa nøkur varandi og góð sambond landanna millum. Fyri Tórshavnar kommunu er eisini áhugi fyri einum samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og eitt universitet í Turkalandi. Hetta varð eisini umrøtt á fundinum sum ein møguleiki.
Nú Tórshavnar kommuna raðfestir ferðavinnuna ovarliga, og hetta eisini fer at síggjast aftur í fíggjarætlanini fyri 2019, er tað umráðandi, at vit bæði politiskt og umsitingarliga eru væl ílatin til menningina, møguleikarnar og avbjóðingar innan ferðavinnu. Tí er ein slík ráðstevna eitt gylt høvi at leita sær vitan, kunnleika og íblástur frá teimum fremstu innan ferðavinnuna, skrivar Tórshavnar kommuna um um orsøkin at luttaka á ráðstevnuni.
Í ferðalagnum eru borgarstjórin, umboð úr vinnunevndini og embætisfólk frá Tórshavnar kommunu, Visit Tórshavn, Visit Faroe Islands og umboð frá vinnuni.
Á myndunum niðan fyri eru borgarstjóri Annika Olsen, Bogi Andreasen og Annfinn Brekkstein umboðandi vinnunevndina avmyndað saman við umboðum fyri Istanbul chamber of commerce og Norway MICE skrivstovuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald