Kirkjubøur er eitt av mest vitjaðu støðum í landinum. So nógv ferðafólk koma til Kirkjubøar, at tað viðhvørt er ein avbjóðing at avgreiða nógvu ferðsluna á smølu vegunum í Kirkjubø, og av nógvum ferðafólki, sum vitja bygdina samstundis.
- Býráðið ynskir at skapa góðar karmar fyri, at ferðavinnan kann vaksa og mennast. Men hetta má gerast soleiðis, at tað verður skipað og verður minst møguligt til ampa fyri borgararnar. Vøkstur í ferðavinnuni skapar vælferð, arbeiðspláss og nógvar góðar tænastur, upplívingar og annað fyri borgarar í kommununi. Ongin ivi er um, at ferðavinnan kann mennast og skipast betur, sigur Bogi Andreassen, formaður í Vinnunevndini.
Tí hevur Tórshavnar kommuna tikið stig til at betra hesi viðurskifti. Og nú fer VisitTórshavn nú undir eina verkætlan at menna og samskipa ferðavinnuna í Kirkjubø. Ætlanin er at fáa lýst avbjóðingar og møguleikar, og at gera verkætlan í samstarvi við borgarar í Kirkjubø og onnur, sum hava við ferðavinnu í bygdini at gera.
Verkætlanin tekur støði í ferðavinnupolitikkinum hjá kommununi og skal lýsa møguleikarnar fyri at menna og samskipa ferðavinnuna í Kirkjubø. Mett verður, at ferðafólkastreymurin kann samskipast betur, og at ferðafólkini kunnu fáa eina betri uppliving í Kirkjubø, um átøk verða gjørd, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Tað er týdningarmikið at taka hond um hetta, áðrenn ferðafólkatalið veksur enn meira, soleiðis at bæði ferðafólk og borgarar í Kirkjubø kunnu njóta hesa vøkru bygd, og at ferðafólkavøksturin hevur við sær ein møguleika at menna bygdina og ikki vera til ampa.
Tórshavnar Kommuna hevur fingið 100.000 kr. í stuðli til verkætlanina frá Visit Faroe Islands. Visit Tórshavn fer at seta eitt starvsfólk í eitt fýra mánaða skeið frá 1. desember 2018 at gera verkætlanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald