Á Stórubrekku verða 130 - 140 hús og íbúðir. Økið liggur eystan fyri fríøkið, ið kallast Dalurin langi, ið gongur frá Hoyvíkshøllini og norðureftir. Hetta er ein øðrvísi útstykking við blandaðum bústøðum, har hædd verður tikin fyri umhvørvinum, órørdu náttúruni, sólargangi, vindi og útsýni.
- Nú ein ávegis skipanarskrá er gjørd, varð byggi- og býarskipanarnevndin á ástaðarfundi og síðan varð uppskotið lagt fram á nevndarfundi. Stórabrekka liggur á 100m hædd, útsýnið og sólargangur eru framúr. Tað verða raðhús og íbúðir í ymsum støddum, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini.
- Parkeringin er løgd burturfrá búeindunum og undir longum flagtekjum. Eisini verður felagsrúm og ein nýggjur dagstovnur verður bygdur. Lendið er avmarkað, og tí er alneyðugt at hugsa burðardygt í øllum viðurskiftum. Øllum hesum hevur útstykkingin Stórabrekka tikið hædd fyri.
- Eisini verður gøtusambandið styrkt í økinum við fleiri gøtusambondum til bleytu ferðsluna, so sum súkklur og gangandi, soleiðis at møguleikarnir fyri at ganga til og frá stovnum, handlum, arbeiði og frítíðarvirksemi verður betri og bilaferðslan minkar, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna.
Vakurt og óslætt heygalendi
Uppskotið, sum SNA Arkitektar hava gjørt, arbeiðir við einum nýggjum býlingi, ið leggur seg júst millum hendan dalin vestanfyri og lendisfallið eystanfyri. Býlingurin er hugsaður sum klingrubygging í trimum fríttliggjandi eindum, har lagt verður upp fyri, at upprunalendið verður varðveitt og gerst ein stórur partur av býlinginum.
Tær tríggjar eindirnar í klingrubyggingini verða bundnar saman við eini innara vegaskipan við parkering. Í miðjuni á hvørjum klingruskapi eru hægri punkthús við íbúðum, har mestsum øll síggja uppum raðhúsini, skrivar Tórshavnar kommuna.
Klingruskapini við raðhúsunum eru náttúrliga staðsett í mun til lendið, soleiðis at innara landslagsrúmið liggur hægri, og er tað á hesum hálendinum, at parkeringin er staðsett. Heyggur og grøn øki mynda sostatt økið og skiftið millum raðhúsini, íbúðarbyggingina og parkeringina.
Umsitingin fer nú at arbeiða víðari við skipanaruppskotinum hjá SNA Arkitektum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald