Tórshavnar býráð hevur gjørt sær ætlanir um at betra um eldraøkið í kommununi. Hetta skal millum annað gerast við at seta hálva millión av til menning av eldraøkinum.
- Sitandi samgonga setti sær fyri at geva eldraøkinum eitt lyft, og í fíggjarætlanini fyri komandi ár verður økið uppraðfest. Játtanin til heimahjálp og menning verður økt, eitt nú verður ein eyka ruta til heimahjálp gjørd, og 500.000 kr. verða settar av til menning av eldraøkinum, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Eisini verða íløgur gjørdar í umlættingar- og rehabiliteringsdepil, og út- og umbygging av Tjarnargarði til demensdepil fyri 33 mió. Farið er eisini undir fyrireiking av nýggjum røktarheimi, verður sagt í viðmerkingunum til fíggjarætlanina 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald