placeholder
Innanlands

Tórshavnar kommuna letur 250.000 kr. til umhvørvisátak

Yvirskipaða evnið á umhvørvisvikuni 2019 er okkara ovurnýtsla av klæðum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-10-31 07:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tórshavnar kommuna veitir á hvørjum ári 250.000 krónur í umhvørvisstuðli til verkætlanir, ið arbeiða við evninum fyri Umhvørvisvikuna.

Yvirskipaða evnið á umhvørvisvikuni 2019 er okkara ovurnýtsla av klæðum, tvs. tað, ið á enskum nevnist “fast fashion”. Umhvørvisvikan ynskir at varpa ljós á, hvussu vit kunnu eggja til at endurnýta klæði, broyta klæði og hvussu vit í størri mun kunnu brúka endurnýtsluklæðir.

Kommunan skrivar, at treytin fyri at fáa stuðul er, at luttakarin er búsitandi í Tórshavnar kommunu, ella at verkætlanin er umhvørvinum í Tórshavnar kommunu at gagni. 

Samlaði stuðulin til umhvørvisátøk ísv. umhvørvisvikuna er 250.000 kr. Tó kann einstaka verkætlanin í mesta lagi fáa helmingin av upphæddini, tvs. 125.000 kr.
 
Til ber hjá stovnum, virkjum, feløgum og einstaklingum at søkja um stuðul. Umsóknir skulu latast Tórshavnar kommunu í seinasta lagi 15. mars 2019. 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder