Innanlands

Tórshavnar kommuna: Nevndir mannaðar av nýggjum

Javnaðarflokkurin hevur blandað býráðsnevndirnar av nýggjum nú Heðin Mortensen er farin í farloyvi

Bjørg Dam er nýggjur fastur limur í Tórshavnar býráð (Savnsmynd)

Bjørg Dam er nýggjur fastur limur í Tórshavnar býráð (Savnsmynd)

2018-11-30 19:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri nevndir undir Tórshavnar býráði fingu nýggjan lim, nú Heðin Mortensen hevur lagt býráðsarbeiðið fyribils frá sær meðan hann røkir uppgávuna sum landsstýrismaður við samferðslumálum.

Eisini fekk kommunan nýggjan varaborgarstjóra við tað at Tróndur Sigurðsson varð valdur sum annar avloysari hjá Anniku Olsen sum borgarstjóri. Fyrsti varaborgarstjóri er Gunvør Balle.

Nýggjur limur í fíggjarnevndini er Helena Dam á Neystabø, sum fær Hallu Samuelsen sum varalim. Annfinn Brekkstein, sum var varalimur hjá Heðin Mortensen, verður nú varalimur hjá Tróndi Sigurðsson, sum sat í fíggjarnevndini frammanundan.

Bjørghild Djurhuus er nýggjur fastur limur í mentamálanevndini við Tróndi Sigurðsson sum varalimi. Nýggjur varalimur fyri Hallu Samuelsen er Bjørg Dam.

Í trivnaðarnevndini var eisini útskifting hóast Heðin Mortensen ikki var fastur limur har. Halla Samuelsen tekur nú fasta sessin, sum Helena Dam á Neystabø hevur røkt. Nýggir varalimir eru nú Tróndur Sigurðsson og Bjørg Dam fyri ávikavist Bjørghild Djurhuus og Hallu Samuelsen.

Í vinnunevndini verður eisini útskifting. Bjørg Dam fær sæti í nevndini, sum Helena Dam á Neystabø hevur røkt við Tróndi Sigurðsson sum varalimi.

Í økisnevndini kemur Bjørg Dam inn á tøka sessin við Tróndi Sigurðsson sum varalimi.

Bjørg Dam fær eisini sæti í náttúru- og umhvørvisnevndini í staðin fyri Bjørghild Djurhuus, sum verður varalimur ístaðin.

Heðin Mortensen sat ikki í byggi og býarskipanarnevndini, men her fær Bjørg Dam sætið hjá Helenu Dam á Neystabø.

Bjørg Dam yvirtekur eisini plássið hjá Heðini Mortensen í Hests- og Koltursnevndini, meðan Halla Samuelsen tekur plássið í Nólsoyarnevndini.

Endiliga skuldu nýggir limir veljast í nakrar bygginevndir: Bjørg Dam verður limur í bygginevndini fyri tyrvingarplássið og í serstøku bygginevndini at fyrireika nýggjan svimjihyl. Halla Samuelsen verður limur í bygginevndini fyri nýggjum musikkskúla. Helena Dam á Neystabø verður limur í stýrisbólkinum fyri Skúlan av Fløtum. Og Tróndur Sigurðsson verður limur í bygginevndini fyri víðkan av Skansabryggjuni og eystara havnaøki og í stýrisbólkinum fyri bygging av Tórsvølli (Vestursíðan). 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder